Gransking

Kring allan heim stendur heilsuverkið yvirav stórum avbjóðingum. Økt vitan um ílegur verður mett sum ein møguleiki at bøta um heilsufakliga vitanarstøðið og við hesum at menna verandi og nýggjar tænastur í heilsuverkinum, samstundis sum útreiðslurnar á økinum væntandi kunnu avmarkast. Gransking er amboðið at fáa til vega vitan - í hesum føri millum arvafrøði og heilsu.

Stór tøknilig frambrot eru seinastu árini hend innan ílegutøkni, soleiðis at nú ber til at lesa allan arvastreingin (genomið) í senn, bæði skjótt og lutfalsliga bíliga. Tað merkir, at allar tær kendu ílegurnar kunnu verða kannaðar samstundis. Tílíkar kanningar hava givið innlit í bæði vanlig og sjáldsom DNA-frábrigdi og økt vitanina um sjúkur. Genomkanningar kunnu tískil vera gagnligar fyri fyribyrging og viðgerð innan heilsuverkið.

Les meira um genomkanningar her.