Ættarbandsskráin

Ættarbandsskráin er ein ættartalva yvir allar føroyingar, og fevnir hon um tíðarskeiðið frá umleið 1650 til í dag. Ættarbandsskráin verður bert brúkt til heilsugransking, og er hon eitt hent amboð í mun til ílegugransking, tí til ber at kanna sambandið millum ættarbregði og sjúku, sum er tongt at ílegubreki.  

Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Landsskjalasavnið, og skrásetingin byggir á keldur so sum kirkjubøkur, fólkateljingar, Landsfólkayvirlitið v.m.

Tað er Ílegusavnið, sum umsitur Ættarbandsskránna og viðger umsóknir um at granska í upplýsingum í henni.