Genomgransking í Føroyum

Nakrar arvaligar sjúkur eru vanligari í Føroyum enn aðra staðni. Hetta kemst av fjarskotnu støðuni og av tí, at flestu føroyingar stava frá lutfalsliga fáum niðursetufólkum. Ílegukanningar hava staðfest, at føroyska fólkið er at rokna sum eitt arvafrøðiliga avbyrgt fólk, og er tað áhugavert í mun til ílegugransking.

Allir føroyingar eru skrásettir í sonevndu Ættarbandsskránni, sum er ein ættartalva við føroyingum heilt aftur til 1600-talið. Eisini hava vit eina serstaka skipan til skráseting av heilsuupplýsingum við felags talgildu heilsuskipanini, THS, og ger tað, at vit hava eitt væl samanhangandi heilsuverk. Góða skrásetingin er eitt hent amboð fyri ílegugransking í Føroyum.

Við hesum fortreytum eru Føroyar í serstøðu innan ílegugransking, og FarGen-verkætlanin kann lata upp fyri granskingmøguleikum á høgum stigi í Føroyum og við stórum føroyskum og altjóða áhuga.