Hjáfinning

Ein hjáfinning er, tá tú í eini heilsukanning av tilvild finnur eitthvørt, sum liggur uttan fyri økið, kanningin snýr seg um. Hjáfinningar kunnu m.a. verða avdúkaðar við líkskoðan, í diagnostiskum kanningum, í medisinskari gransking og í ílegu- og genomkanningum.

Ein hjáfinning kann vera hent at kenna hjá tí einstaka, tí hon kann avdúka møguliga álvarsliga sjúku tíðliga og harvið betra møguleikarnar fyri fyribyrging og viðgerð. Ein hjáfinning kann tó eisini elva til óneyðuga stúran, og viðhvørt er neyðugt at taka støðu til ymsar etiskar spurningar.

Møguleikarnir at koma fram á hjáfinningar eru størri í genomkanningum enn í ílegukanningum, sum bert kanna eina ella fáar ílegur. Ein genomkanning lesur allan arvastreingin og fær til vega upplýsingar um arvalig viðurskifti. Tí eru úrslitini ikki bert viðkomandi fyri tann, sum luttekur í kanningini, men eisini fyri skyldfólkini hjá viðkomandi. Ein genomkanning kann tískil hava avleiðingar fyri onnur enn viðkomandi, sum verður kannað/ur.

Ofta er vitanin avmarkað um, hvørt eitt ílegufrábrigdi elvir til sjúku. Hevur ein persónur og kanska fleiri av skyldfólkum hansara sjúkutekin, er orsøk til at halda, at eitt staðfest ílegufrábrigdi hjá hesum fólkunum hevur við sær sjúku. Við hjáfinningum er óvissan ofta størri, tí til ber ikki altíð at finna dømi um sjúku í familjuni, og tí er ivasamt um vitanin um hjáfinningina yvirhøvur er gagnlig.

Kunningarskylda

Verður ein hjáfinning gjørd í sambandi við eina genomkanning í Føroyum, verður mett í hvørjum einstøkum føri, hvørja ávirkan ílegubrekið hevur á tann einstaka og møguliga skyldfólk hansara/hennara. Er talan um eitt ílegubrek, sum elvir til sjúku, sum við vissu kann fyribyrjast ella viðgerast, hava læknarnir skyldu til at boða viðkomandi frá hjáfinningini, at veita neyva kunning og arvafrøðiliga ráðgeving.