At seta mørk

Heimsspekingar vilja vera við, at náttúruvísindini í sjálvum sær eru moralskt neutral. Kjakast kann hin vegin vera um, hvørt nýtslan av vísindunum er moralskt røtt ella skeiv. Eins og við øðrum hentum, vísindaligum amboðum, letur menningin innan arvafrøðina upp fyri møguligum misbrúki. Umstrídd nýtsla av ílegukanningum í sambandi við endurskapandi (reproductive) kloning og nøring elva til stórar avbjóðingar, og neyðugt er at seta í verk altjóða ásetingar um, hvar mørkini skulu setast í tílíkari nýtslu. Moralur, átrúnaður og mentanarligt bakstøði ávirka støðutakanina hjá einstaklingum, pørum, familjum og samfeløgum og bjóða mørkunum av.

Kelda: Health - Centre for Genetic Education, Australia