Ílegupatent

Skal tað bera til at fáa patent upp á eina av okkara tilsamans uml. 20.000 ílegum? Kjakið um henda spurning hevur verið í gongd leingi, og patentini hava stóran áhuga, tí tey kunnu hava ómetaliga stórt fíggjarligt virði.

Sambært europeiskari lóggávu ber ikki til at taka patent upp á ílegur. Hin vegin kanst tú fáa patent upp á vitan frá ílegugransking og upp á ávísan framferðarhátt at greina ílegur, t.d. ein hátt at seta diagnosu, um hvørt sjúklingur er í vanda fyri at fáa arvaliga sjúku orsakað av ílegufrábrigdi. Til ber eisini at fáa patent upp á tilevnaðar sekvensir, t.v.s. lívtøkniliga framleitt DNA.

Kelda: Health - Centre for Genetic Education, Australia