Ognarrættur til íleguvitan

Viðurskifti um ílegurnar fevna um heilsuviðurskifti hjá allari familjuni. Verður ávíst ættarbregði funnið ella arvalig sjúka (diagnosa) staðfest hjá einum persóni, hevur tað avleiðingar fyri onnur í familjuni. Einstaklingar, sum fáa eina genomkanning framda, eiga tí at hugsa um, hvørja ávirkan møguligar upplýsingar kunnu hava á onnur í familjuni.

Ábyrgd og skyldur skulu tó síggjast í eini javnvág við rættin hjá einstaklinginum at velja, hvørt hann vil hava kunning um sínar ílegur ella ikki. Áherðsla eigur at verða løgd á rættin til at velja. Íleguráðgeving er ein týðandi partur av genomkanningum, og tilboð um ráðgeving eigur at verða givið bæði áðrenn og aftaná sjálva kanningina, so allar møguligar avleiðingar eru greiðar.