Lógarverk

Fyri at luttaka í FarGen-verkætlanini, skalt tú lata Ílegusavninum eina blóðroynd. Ein persónur, sum letur Ílegusavninum vevnað, herímillum blóð, er at rokna sum ein sjúklingur í viðgerð sambært sjúklingalógini. Lógin skal m.a. tryggja virðileika og sjálvsavgerðarrætt hjá luttakarum og virka fyri at tryggja álit og trúnað millum luttakarar og heilsustarvsfólk.

Lógin ásetir eisini, at sjúklingurin (her luttakarin) skal lata eitt sonevnt kunnað samtykki, áðrenn hann fær viðgerð, t.v.s. at luttakarin skal skriva undir eina samtykkisváttan, áðrenn hann letur FarGen-verkætlanini eina blóðroynd.

Virksemið hjá FarGen-verkætlanini er fevnt av hesum lógum: