Afturtøka

Luttøka í FarGen er sjálvboðin, og tú kanst altíð taka teg úr verkætlanini og biðja um, at tínar royndir verða burturbeindar. Tær nýtist ikki at grundgeva fyri afturtøkuni. Dátur, sum longu eru brúktar í eini verkætlan, eru partur av vísindaligari grein ella hagtølum, verða varðveittar. Óbrúktar dátur verða strikaðar.

Tekur tú títt samtykki um luttøku í FarGen aftur, verður tú ikki boðin við í nýggjar granskingarverkætlanir, sum brúka FarGen-dátur. Hevur tú longu samtykt at luttaka í eini ella fleiri granskingarverkætlanum gjøgnum FarGen, heldur tú fram sum luttakari í hesum verkætlanum.

Tín afturtøka ávirkar á ongan hátt møguliga viðgerð í heilsuverkinum framyvir.

Vend tær til Heilsustýrið á fargen@fargen.fo ella tlf. 23 30 51, um tú vilt taka teg úr FarGen-verkætlanini.