Afturtøka

Luttøka í verkætlanini er sjálvboðin, og tú kanst altíð taka teg burtur úr verkætlanini og biðja um, at tín blóðroynd verður burturbeind. Tær nýtist ikki at grundgeva fyri afturtøkuni. Tú kanst eisini biðja um at fáa blóðroyndina útflýggjaða, men til tað krevst serlig orsøk, so sum onnur viðgerð ella kanning.

Vend tær til Ílegusavnið á fargen@fargen.fo ella tlf. 23 30 51, um tú vilt taka teg burtur úr verkætlanini. Tekur tú títt samtykki um luttøku aftur, ávirkar tað á ongan hátt møguliga viðgerð í heilsuverkinum framyvir. Dátur, sum longu eru brúktar í eini verkætlan verða varðveittar. Óbrúktar dátur verða strikaðar.