Blóðroyndir

Fyri at luttaka í FarGen krevst, at tú letur eina blóðroynd. Blóðroyndir verða tiknar kring landið, so tær nýtist ikki at ferðast langan veg til hetta – og í øllum førum ikki sjóvegis. Vit hava býtt Føroyar upp í øki, og tú fært innkalling at taka blóðroynd í bygdini ella býnum, sum umboðar økið, har tú býrt (sí yvirlitið niðanfyri). Liggur betur fyri at taka blóðroyndina aðra staðni, kanst tú boða okkum frá. 

Eldri luttakarar og onnur, sum ikki eru so flytfør (mobil), kunnu fáa heimavitjan til blóðtøkuna. Boða okkum frá, um tú ynskir heimavitjan.

Fráboðanir kunnu sendast til: fargen@fargen.fo ella á tlf. 23 30 51. 

Økini eru:

  1. Klaksvík: Borðoy, Viðoy og Kunoy.

  1. Gøta: Fuglafjørður, Kambsdalur, Leirvík, Norðragøta, Gøtugjógv og Syðrugøta.

  1. Runavík: Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Innan Glyvur, Strendur, Skála, Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Lamba, Søldarfjørður, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Saltnes, Toftir, Nes, Rituvík og Æðuvík.

  1. Oyrarbakki: Gjógv, Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Oyndarfjørður, Hellurnar, Eiði, Svínáir, Ljósá, Norðskála, Oyrarbakki, Oyri, Tjørnuvík, Haldarsvík, Langasandur, Nesvík, Streymnes, Hvalvík, Saksun og Hósvík.

  1. Vestmanna: Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur.

  1. Tórshavn: Tórshavn, Kirkjubøur, Velbastaður, Syðradalur (S), Norðradalur, Argir, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Signabøur, Oyrareingir og Kollafjørður.

  1. Vágar

  1. Sandur: Sandoy

  1. Tvøroyri: Suðuroy

 

Oyggjarnar: Fólk á útoyggj fáa heimavitjan til blóðtøkuna. Oyggjarnar eru: Fugloy, Svínoy, Kallsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Mykines, Skúvoy og Stóra Dímun.