Dátur

Tá tú luttekur í FarGen-verkætlanini, verður tín arvastrongur lisin og talgildaður. Upplýsingarnar verða goymdar sum dátur í einum dátugrunni hjá Ílegusavninum. Dátugoymslan verður skipað saman við Landssjúkrahúsinum.
Dáturnar verða einans viðgjørdar í samlaðum høpi, tvs. at hugt verður ikki at upplýsingum um tann einstaka. Tískil kann heldur einki sigast um tínar ítøkiligu arvaeginleikar.

Navnloynd
Tín luttøka er vard av navnloynd, og upplýsingar um teg eru bert tøkar undir einum nummari, sum ikki avdúkar, hvør tú ert. Tann einasti, sum hevur lykilin til navnloyndina, tvs. atgongd til bæði navn og nummar, er kliniski ábyrgdarhavin av FarGen. Harumframt hava stjórin á Ílegusavninum og ein KT-ráðgevi umsitingarliga atgongd.
Granskingarverkætlanir kunnu søkja um at fáa atgongd til dáturnar, men tær fáa bert atgongd til navnloyndar og bronglaðar dátur, og tí vita granskararnir ikki, hvør eigur dátur og royndir, sum teir fáast við.

Atgongd
Tey einastu, sum hava atgongd til dátur í dátugrunninum, eru starvsfólk á Ílegusavninum og granskarar við góðkendum granskingarverkætlanum. Hesi hava bert atgongd til navnloyndar dátur.
Eingin fær atgongd til tínar dátur uttan títt samtykki, tí Ílegusavnið skal í hvørjum einstøkum føri hava loyvi frá tær til at útflýggja tínar dátur til eina granskingarverkætlan. Tínar dátur verða tískil bert tøkar til tær verkætlanir, tú ynskir at luttaka í, og bert undir navnloynd.

Víst verður annars til lógargrundarlagið, sum FarGen-verkætlanin er fevnd av.

Nýtsla
Í fyrstu atløgu verða dáturnar brúktar til at menna eitt undirstøðukervi hjá Ílegusavninum, sum letur upp fyri alskyns granskingarmøguleikum. Ein ávísur partur av dátunum verða nýttar til at seta saman eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.

Dáturnar kunnu seinni – við tínum samtykki - nýtast til granskingarendamál so sum:
• At økja vitanina um sjúkur
• At menna møguleikarnar at seta diagnosu
• At menna nýggjar viðgerðarhættir
• Skraddaraseymaða viðgerð til einstaka sjúklingin