Granskingarverkætlanir

Tann dátugrunnurin, sum FarGen-verkætlanin byggir upp, er ætlaður gransking. Dáturnar í grunninum eru eitt tilfeingi, sum skal fremja møguleikarnar fyri fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.

Granskingarverkætlanir innan heilsuøkið kunnu søkja um loyvi at fáa atgongd til dátur úr FarGen-dátugrunninum. Tað kunnu til dømis vera verkætlanir, sum kanna ávísa sjúkuílegu, kanna títtleika av berarum av ávísari sjúku í Føroyum, ella kanna hvussu væl heilivágur virkar, tvs. evnini hjá tí einstaka at umseta ella gagnnýta heilivág. Málið kann eisini vera at menna nýggjar viðgerðarhættir - bæði generelt ella meira málrættað til einstaka sjúklingin.

Fyri at ein granskingarverkætlan skal fáa atgongd til tínar dátur í FarGen-dátugrunninum, skal verkætlanin verða góðkend hjá Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum. Harumframt skalt tú sum luttakari geva Ílegusavninum loyvi at útflýggja tínar (navnloyndu) dátur í hvørjum einstøkum føri. Tað merkir, at eingin fær atgongd til tínar dátur uttan títt samtykki.

Ílegusavnið umsitur samtykkisváttanir til granskingarverkætlanir.