Hví skal eg luttaka?

Luttekur tú í FarGen-verkætlanini verður tín arvastrongur lisin og tínar dátur verða partur av eini dátuskrá um arvaeginleikar (genom) føroyinga. Málið við dátuskránni er at menna granskingarundirstøðukervið hjá Ílegusavninum soleiðis, at nýggir møguleikar fyri genomgransking av føroyska fólkinum kunnu fremjast.

Dáturnar í dátuskránni kunnu m.a. nýtast í gransking, sum hevur til endamáls at kanna sambandið millum arvafrøði, umhvørvisávirkan og sjúku. Málið er, at úrslit frá tílíkari gransking, sum frá líður, skulu verða brúkt til at menna møguleikar fyri fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.

Les um ágóðar og váðar við genomkanningum.