Hvussu luttaki eg?

Tú teknar teg til FarGen-verkætlanina við at ringja ella skriva til okkara á:

Teldupostur: fargen@fargen.fo

Telefon: 23 30 51

Eisini ber til at fylla út teigarnar høgrumegin her á síðuni.

Teknar tú teg til FarGen, fært tú kunningartilfar sendandi, sum tú skalt lesa og skriva undir, áðrenn tú kanst luttaka. Síðan kemur ein bioanalytikari at taka eina blóðroynd (20 ml) av tær í økinum, har tú býrt. Nærri avtala verður gjørd um hetta í hvørjum einstøkum føri. Tú letur undirskrivaða samtykkið í sambandi við blóðtøkuna.

Einasti bágin við at taka blóðroyndina er eymleiki, har stungið verður. Títt DNA verður reinsað upp út frá blóðroyndini og síðani lisið við eini sekventeringsmaskinu. Úrslitið frá lesingini er eitt milliónatal av smáum pettum av tínum arvastreingi, sum síðani verða sett saman aftur til títt ítøkiliga genom.

Talgildingin av tínum genomi verður framd á Ílegusavninum, og navnloyndu dáturnar verða goymdar, sum lógin tilskilar hjá Ílegusavninum. Blóðroyndin verður goymd í Vevnaðarskránni hjá Ílegusavninum.

Les kunningartilfar til luttakarar.