Kanningarstøð

Vit hava tvey høvuðskanningarstøð: á Eirargarði 2, 2. hædd í Havn og á Víkavegi 77 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Flestu kanningarnar verða framdar á hesum báðum støðum, men vit vitja eisini kring landið soleiðis, at øll øki verða rokkin. Tú kanst skráseta teg á okkara tekningarlista í høgra bredda her á síðuni, so fært tú boð, tá vit eru í tínum øki og gera kanningar. Til ber sjálvsagt eisini at møta aðrastaðni.

Tú bíleggur tíð til blóðtøku og kanningar her.

Eirargarður 2, 2. hædd

Klaksvíkar sjúkrahús, Víkavegur 77. FarGen er í bygninginum oman fyri vegin, aftan fyri trøini.

Heimavitjan
Eldri luttakarar og onnur, sum ikki eru so flytfør (mobil), kunnu fáa heimavitjan. Boða okkum frá, um tú ynskir heimavitjan. Fólk á útoyggj kunnu eisini fáa heimavitjan. Best er sjálvsagt, um fleiri fólk eru samstundis.

Fráboðanir kunnu sendast til: fargen@fargen.fo ella á tlf. 23 30 51.