Kunnað samtykki

Luttakarar í FarGen-verkætlanini skulu skriva undir eitt kunnað samtykki  - eisini rópt samtykkisváttan. Kunnaða samtykkið skal tryggja, at tú sum luttakari hevur fingið nøktandi kunning um verkætlanina og tína luttøku í henni. Tú skalt hava lisið kunningarskjalið, Luttakarakunning um FarGen 2, væl, og við tíni undirskrift váttar tú m.a., at tú luttekur sjálvboðið, at royndir verða tiknar av tær og at tínar dátur verða brúktar til tey endamálini, sum eru lýst í kunningarskjalinum.

Sambært lóg má eingin viðgerð ella kanning fara fram, uttan at luttakarin hevur latið sítt samtykki.

Afturtøka av samtykki
Tú kanst altíð, og uttan grundgeving, taka títt samtykki aftur og biðja um at fáa tínar royndir og tínar dátur burturbeind. Velur tú at taka teg burtur úr verkætlanini, ávirkar tað á ongan hátt tíni rættindi til viðgerð í heilsuverkinum.

Les um afturtøku úr verkætlanini.

Les kunningartilfar til luttakarar.