Rættindi hjá luttakarum

Umhugsar tú at luttaka í FarGen-verkætlanini, eigur tú at seta teg væl inn í, hvat verkætlanin snýr seg um. Sum luttakari í eini granskingarverkætlan innan heilsuøkið hevur tú ávís rættindi:

• Tá tú letur vevnað (her blóðroynd) til Ílegusavnið, ert tú at rokna sum ein sjúklingur í viðgerð sambært lóg um sjúklingarættindi.
• Tín luttøka er sjálvboðin, og áðrenn tú møguliga skrivar undir kunnaða samtykkið, skalt tú fáa bæði skrivliga og munnliga kunning um verkætlanina.
• Tú kanst altíð, og uttan grundgeving, taka títt samtykki aftur. Hetta ávirkar ikki tíni rættindi til viðgerð í heilsuverkinum.
• Tú hevur rætt til at hava ein familjulim ella onkran annan sum hjásitara til kunningarsamrøðuna.
• Tú hevur rætt til umhugsanarfreist, áðrenn tú játtar at luttaka.
• Upplýsingar um tíni heilsuviðurskifti, sum koma fram í sambandi við verkætlanina, eru fevndar av tagnarskyldu. Tað sama er galdandi fyri onnur persónlig viðurskifti og upplýsingar um teg.
• Upplýsingar um teg, undir hesum upplýsingar frá blóð- og vevnaðarroyndum, verða goymdar, sum lógin tilskilar í Ílegusavninum (sí Trygd).