Tínar dátur

Tá tú luttekur í FarGen-verkætlanini, verður tín arvastrongur lisin, kropslig mát verða tikin og ein biokemisk kanning verður gjørd av tíni blóðroynd og av tíni møguligu landroynd. Úrslitini frá hesum kanningunum verða goymd talgilt í dátugrunnum hjá Ílegusavninum saman við dátum úr spurnablaðnum, tú hevur svarað, í sambandi við tína luttøku í FarGen 2.

Dátur verða einans viðgjørdar í samlaðum høpi, tvs. at hugt verður ikki at upplýsingum um einstaka luttakaran, men í staðin at møguligum mynstrum í samlaða luttakarahópinum.

Dátuviðgerð

Dátuviðgerðin, sum er ein GWAS-kanning (genome-wide association study), greinar, um samband er millum ílegur, biokemisk og kropslig mát hjá luttakarum við diabetes 2, høgum blóðtrýsti, tarmsjúku og Spondylartropati (ávísum giktarsjúkum) samanborið við frískar persónar. Møguliga ber til at staðfesta lívfrøðiligar munir í dátunum hjá sjúkum og frískum í hesum kanningunum, og málið er at eyðmerkja ílegur, sum kunnu elva til sjúku.

Dátuviðgerðin umfatar eisini, at tínar ílegudátur verða partur av føroyska tilvísingargenominum, sum byrjaði í FarGen 1 í 2016. Tilvísingargenomið vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum og sigur nakað um, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag. Tilvísingargenomið er eitt hent amboð hjá læknum og granskarum, og er m.a. ein forteyt fyri kunna tulka dáturnar frá eini GWAS-kanning, tvs. um til ber at staðfesta, at eitt ílegubrek kann elva til sjúku.

Granskararnir, sum arbeiða við dátunum, hava bert atgongd til navnloyndar upplýsingar og vita ikki, hvør eigur dáturnar.

Dátugoymsla

Blóðroyndir, DNA og allar dátur frá FarGen 2-verkætlanini verða goymd hjá Fólkaheilsustýrinum. Biokemiska kanningin verður framd á Landssjúkrahúsinum og partvís í Danmark, meðan ílegulesingin av tøkniligum og fíggjarligum ávum fer fram í Danmark, sum er fevnt av GDPR-lógini. Av tí at dátuviðgerðin krevur serliga tøkni og forritan, hevur Ílegusavnið eina cloud-skipan, sum er staðsett í Írlandi, har dátur verða goymdar, meðan dátuviðgerðin fer fram. Ílegusavnið eigur og umsitur cloud-skipanina og ger av, hvør fær atgongd til dáturnar. Samstarvsfelagar okkara á Københavns Universiteti og í amerikansku fyritøkuni, Variant Bio, fáa avmarkaða atgongd til dátuviðgerð í hesi skipanini í eitt avmarkað tíðarskeið, tvs. meðan verkætlanin er í gongd. Atgongd verður bert latin til ónavngivnar dátur, og ongar persónligar dátur verða almannakunngjørdar.

Tá ið verkætlanin er liðug, verða dáturnar einans goymdar hjá Fólkaheilsustýrinum. Við tínum samtykki kunnu dáturnar eisini verða brúktar í øðrum góðkendum granskingarverkætlanum innan heilsuøkið í framtíðini.