Trygd

Sjálvur aðaltátturin í FarGen-verkætlanini er trygdin, og atlit til privatlívið hjá luttakarunum og álit millum partarnar eru altavgerandi.

Upplýsingar um tínar ílegur eru viðkvæmar upplýsingar, og tí verða allar ílegudátur bronglaðar (krypteraðar) og tryggjaðar við navnloynd. Ongar persónligar dátur verða almannakunngjørdar. Tín luttøka í FarGen er sostatt vard av navnloynd, og tínar upplýsingar eru einans tøkar til gransking undir einum nummari, sum ikki avdúkar, hvør tú ert.

Tann einasti, sum hevur lykilin til navnloyndina, tvs. atgongd til bæði navn og nummar, er kliniski ábyrgdarhavin av FarGen. Harumframt hava stjórin á Ílegusavninum og ein KT-ráðgevi umsitingarliga atgongd.

Navnloyndin kann verða brotin undir meira og minni sannlíkum hendingum, t.d. um onkur brýtur tagnarskylduna ella teldusníkar og tjóvar bróta navnloyndina. FarGen fylgir mannagongdum fyri handfaring, flyting og goymslu av dátum við kravdari dátutrygd sambært føroysku trygdarkunngerðini.

FarGen fylgir eisini vanligum treytum viðvíkjandi navnloynd og dátutrygd fyri innsavnan til vevnaðarskránna hjá Ílegusavninum.

Fer ein granskingarverkætlan í gongd, sum hevur tørv á tínum dátum, krevst títt samtykki, fyri at verkætlanin kann fáa atgongd til tínar dátur. Ein slík granskingarverkætlan skal altíð vera góðkend hjá Vísindasiðsemisnevndini, Dátueftirlitinum og Ílegusavninum, áðrenn hon kann fara í gongd, og atgongd verður bert latin til navnaloyndar dátur.

 Les meira um granskingarverkætlanir.