Úrslit

Í hesi verkætlanini verður tín arvastrongur lisin og talgildaður og møguliga nýttur til at seta saman eitt føroyskt tilvísingargenom. Kannað verður ikki, hvat dáturnar siga um møguligar sjúkur og eginleikar hjá tí einstaka. Dáturnar verða harafturat einans viðgjørdar í samlaðum høpi og tískil kann einki sigast um tínar ítøkiligu arvaeginleikar. Tú fært tí onga afturboðan í sambandi við luttøkuna í hesi verkætlanini, t.v.s. at tú fært ikki boð um nøkur úrslit í sambandi við, at tín arvastrongur verður lisin.

Aðrar verkætlanir
Játtar tú seinni, at tínar dátur kunnu verða brúktar í øðrum góðkendum granskingarverkætlanum, skalt tú frammanundan taka støðu til, um tú ynskir afturboðan um ílegubrek ella hjáfinningar, sum tann kanningin avdúkar. Ein hjáfinning er eitt hjáúrslit, sum liggur uttan fyri kanningarøkið í ávísu verkætlanini, og sum verður funnið av tilvild. Í teim førum, har ein kanning avdúkar ílegubrek ella óvæntað úrslit, sum hava við sær álvarsligar ílegugrundaðar sjúkur, fáa luttakarar altíð afturboðan, um møguleikarnir fyri munandi fyribyrging ella viðgerð eru til staðar.

Slík afturboðan verður altíð gjørd út frá gjølligari læknafakligari meting, sum er gjørd í samráði millum læknan, sum er kliniskur ábyrgdarhavari í verkætlanini, og í minsta lagi ein óheftan serfrøðing í ílegusjúkum.