1.000 blóðroyndir tiknar

Tíðindi


23.05.2017

1.000 blóðroyndir tiknar

Í gjár, 22. mai, vóru vit í Klaksvík og tóku blóðroyndir til FarGen-verkætlanina, og við hesum kom samlaða talið upp um 1.000 blóðroyndir, og tað fegnast vit um.

Vit hava níggju deplar kring landið, har vit taka blóðroyndir, umframt útoyggjarnar, har fólk kunnu fáa heimavitjan. Fólk eru sum heild røsk at møta til blóðtøku, tá tey fáa innkalling. Í mai hava vit higartil vitjað fimm av deplunum og tikið 224 blóðroyndir. Mánadagin 29. mai vitja vit á Norðskála. Les her, hvat øki tú hoyrir til.

Tað eru framvegis kvinnurnar, sum hava størst áhuga í at luttaka í FarGen-verkætlanini, og yvir 60% av luttakarunum eru kvinnur. Meira enn fjórði hvør luttakari er millum 50 og 59 ár, og væl meira enn helvtin er búsitandi á Streymoynni. Bústaðurin hjá luttakarunum hevur tó minni týdning enn landafrøðisligi upprunin, og tí verður hugt nøkur ættarlið aftur fyri at staðfesta íleguupprunan hjá luttakarunum. Hetta verður gjørt fyri at kunna framleiða eitt umboðandi føroyskt tilvísingargenom.

Miðað verður eftir at røkka málinum fyri hetta stigið í verkætlanini, sum er 1.500 blóðroyndir, eina ferð í heyst.