Blóðroyndir í november og desember

Tíðindi


09.11.2017

Blóðroyndir í november og desember

Í november og desember koma vit aftur runt í landinum at taka blóðroyndir.

Ætlanin sær soleiðis út:

  • Hós. 2. nov. kl. 16.00-18.00 Laboratoriið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Hós. 9. nov. kl. 16.30-18.00 Læknaviðtalan í Vestmanna
  • Mán. 13. nov. kl. 16.30-18.00 Kommunubygningurin á Sandi
  • Týs. 14. nov. kl. 14.30-17.00 Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum í Havn
  • Hós. 16. nov. kl 14.30-17.00 Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri
  • Týs. 21. nov. kl. 16.00-18.00 í Læknamiðstøðini við Norðskála
  • Hós. 7. des kl. 16.00-18.00 Læknamiðstøðin í Miðvági - AVLÝST ORSAKAÐ AV VEÐRI
  • Týs. 28. nov. kl. 15.30-18.00 í Laboratoriinum í Runavík
  • Týs. 12. des. kl 13.00-15.00 Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum í Havn
  • Hós. 28. des. kl. 15.00-16.00 Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum í Havn - fyri útisetar

Til ber framvegis at tekna seg til verkætlanina við at fylla út teigarnar á forsíðuni. Síðan fært tú eina innkalling til at lata okkum eina blóðroynd.

Ert tú av einihvørjari orsøk ert tarnað/ur at møta til blóðtøku, kunnu vit koma á heimavitjan at taka blóðroyndina. Ger eina avtalu við okkum við at skriva til fargen@fargen.fo ella ring á 233051.

Tín luttøka í FarGen inniber, at tú: 

  1. ert í minsta lagi 18 ár
  2. lesur skjalið “Luttakarakunning"
  3. undirskriva Samtykkisváttan á s. 7 í “Luttakarakunningini"
  4. fyllir út eitt spurnablað
  5. letur okkum eina blóðroynd