FarGen á GBW í Stockholm

Tíðindi


15.09.2017

FarGen á GBW í Stockholm

Umboð fyri FarGen og Ílegusavnið hava hesa vikuna verið á árligu biobanka-ráðstevnuni, Global Biobank Week, í Stockholm.

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, verkætlanarleiðari, hevur í dag havt framløgu um ein nýggjan framferðarhátt, sum er royndur í starvsstovu í Føroyum í sambandi við FarGen-verkætlanina. Stutt sagt snýr tað seg um, at royndir hjá FarGen vísa, at tú eins væl kanst nýta sonevnd ”bloodspots” (turrblóð) sum fullblóð saman við ávísari tøkni til at eyðmerkja genetiskar variantar.

Framferðarhátturin er ikki brúktur áður, og innan fakøkið verður mett, at talan er um slóðbrótandi úrslit.