FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri

Tíðindi


20.09.2017

FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri

Tíðindaskriv:

FarGen-verkætlanin hevur á móttøku í dag fingið gávukekk áljóðandi 1,5 mió. kr frá Betri Stuðli, sum er stuðulsgrunnur hjá Betri samtakinum. Peningurin er oyramerktur til eitt tól, sum ger, at til ber at framleiða eitt føroyskt tilvísingargenom. Eitt føroyskt tilvísingargenom vísir, hvussu miðal ílegusamansetingin hjá føroyingum er.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari hjá FarGen, fegnast um stórfingnu gávuna: ”Vit høvdu næstan uppgivið at byggja upp føroyska tilvísingargenomið júst nú, tí kostnaðurin var so høgur. So kom nýggj tøkni á marknaðin, og tá Betri Stuðul játtaði okkum pening at útvega okkum eitt nýtt tól, sá alt nógv ljósari út. Nýggja tólið ger, at vit nú kunnu framleiða føroyska tilvísingargenomið bæði skjótari og bíligari enn áður”.

Eitt føroyskt tilvísingargenom er eitt hent amboð bæði hjá læknum og granskarum til heilsufremjandi endamál. Tilvísingargenomið kann m.a. verða brúkt til at finna fram til sjúkuelvandi ílegur. Av tí at Føroyar verða roknaðar sum eitt arvafrøðiliga avmarkað fólk, kann vera lættari at finna sjúkuílegur her enn í meira samansettum samfeløgum. Úrslitini frá gransking í føroyskum genomum kunnu tó eisini brúkast breitt og hava ávirkan uttanlands.

“Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkum øllum til góðar og ger okkara lív betri í Føroyum” sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri Stuðli. “Virksemið hjá FarGen fevnir um flestu kjarnuendamálini hjá stuðulsgrunninum, sum eru m.a. sjúkufyribyrging, gransking og at skapa tryggleika. Tí hava vit valt at stuðla FarGen-verkætlanini við at lata pening til nýtt tól, sum í síðsta enda fer at hjálpa bæði granskarum og læknum í teirra arbeiði at betra um heilsuna hjá øllum føroyingum.”

Málið er at lesa arvastreingin (genomið) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tað verður gjørt út frá eini blóðroynd. FarGen-verkætlanin hevur verið í gongd í eitt ár, og higartil eru umleið 1150 blóðroyndir tiknar.

17.04.2024Gransking krevur samtykki 12.04.2024Hevur tú fingið innbjóðing til FarGen á Vanganum? 12.04.2024Kanningarúrslit frá februar 21.02.2024FarGen miðvísari 08.01.2024Afturboðan um biokemisk úrslit 15.12.2023Steðgur til eftir nýggjár 14.11.2023Hevur tú diabetes? 03.11.2023Fyrilestur á giktaráðstevnu 4. nov. 26.10.2023FarGen á ferð: 104 vágafólk 19.10.2023Okkum tørvar menn 27.09.2023FarGen á ferð: Vestmanna 15.09.2023FarGen á Breddanum 31.08.2023Tørv á fleiri sjúkum 15.08.2023FarGen á ferð: Tvøroyri 30.06.2023Afturboðan um biokemisk kanningarúrslit 23.06.2023Høvuðsrøðari á ráðstevna um smittusjúkur 14.04.2023FarGen á ferð: Runavík 30.03.2023Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin 03.03.2023Morgunsendingin á vitjan 03.03.2023FarGen á Suðuroyar sjúkrahúsi 6.-8. mars 28.02.2023Tíðindaskriv: Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár 22.02.2023Sera góð undirtøka í Vágum 16.02.20231000 takk 02.02.2023FarGen við Norðskála 7.-8. febr. 19.01.2023FarGen til Sands 12.01.2023Fólkaheilsustýrið farið at virka 27.12.2022Kanningarúrslit 29.11.2022Tíðindaskriv: FarGen við nýggjari skrá við føroyskum íleguvariantum 08.11.2022Afturboðan um kanningarúrslit 21.10.2022FarGen er í gongd aftur 19.09.2022FarGen 6 ár 15.09.2022Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? 14.09.2022Ílegur hava týdning! 18.07.2022Hevur ACE-virkni ávirkan á venjingarúrtøku? 19.06.2022100 tey fyrstu í FarGen 2 25.05.2022Granskingarstuðul til FarGen-PGx 14.03.2022Bioanalytikari til FarGen 22.02.2022Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini 10.02.2022Vit eru flutt 06.01.202213 minuttir um bróstkrabba í Føroyum 21.12.2021FarGen-dátur í cloud-skipan 29.11.2021FarGen-verkætlanir á Vanganum 26.10.2021FarGen í vísindaligum útgávum 13.07.2021Herborg liðug í starvsvenjing 12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen