Málið fyri stig 1 rokkið

Tíðindi


30.04.2018

Málið fyri stig 1 rokkið

Í februar rundaðu vit 1.500 blóðroyndir og rukku sostatt málinum fyri fyrsta stig av FarGen. Málið er tó at víðka verkætlanina, so allir føroyingar, sum vilja, sleppa at luttaka. Arbeitt verður tí við eini umsókn, har søkt verður um víðkað loyvi at lesa arvastreingirnar hjá enn fleiri føroyingum. Tess fleiri luttakarar, tess betri tilfeingi bæði til heilsugransking og til nýtslu í heilsuverkinum.

Vantar tín blóðroynd?
Hevur tú teknað teg til FarGen, men enn ikki latið okkum blóðroynd, verður tú standandi á tekningarlistanum. Tú fært innkalling til blóðtøku, tá vit hava fingu neyðug loyvi til at fara undir næsta stig av FarGen.

Tað eru Ílegusavnið, Vísindasiðsemisnevndin og Dátueftirlitið, sum skulu geva loyvi til at víðka FarGen-verkætlanina.

Les meira um, hvat luttøka inniber fyri teg.