Nýggj starvsfólk

Tíðindi


15.12.2016

Nýggj starvsfólk

FarGen-toymið er víðkað, og tvey nýggj starvsfólk eru nú knýtt at FarGen-verkætlanini. Í oktober byrjaði Leivur Nattestad Lydersen, sivilverkfrøðingur í biotøkni, í starvi hjá Ílegusavninum. Leivur arbeiðir m.a. við at uppbyggja mannagongdir fyri goymslu og greining av FarGen-dátum.

Rósa Syderbø, bioanalytikari, er nú eisini knýtt at Ílegusavninum, og fer hon at taka sær av arvafrøðiligari ráðgeving í sambandi við granskingarverkætlanir, sum eru tongdar at Ílegusavninum.