Síðstu blóðroyndirnar

Tíðindi


01.02.2018

Síðstu blóðroyndirnar

Mánadagin 5. februar verða síðstu blóðroyndirnar tiknar til FarGen-verkætlanina á hesum sinni. Málið fyri fyrsta stig av verkætlanini, sum er 1.500 blóðroyndir, er nú um at verða rokkið. Yvirskipaða málið er tó at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað, og í næstum verður farið undir at arbeiða við at víðka verkætlanina, so hon kann umfata fleiri luttakarar. 

Síðstu blóðroyndirnar verða tiknar í Ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum mánadagin 5. februar millum kl 13.00 og 15.00. Tað er blái bygningurin omanfyri vegin. Allir føroyingar og øll, sum búgva í Føroyum kunnu luttaka. 

Krøvini fyri at luttaka eru, at tú:

  1. ert í minsta lagi 18 ár
  2. lesur skjalið “Luttakarakunning"
  3. undirskriva Samtykkisváttan á s. 7 í “Luttakarakunningini"
  4. fyllir út eitt spurnablað
  5. letur okkum eina blóðroynd