Tvey nýggj starvsfólk

Tíðindi


19.06.2017

Tvey nýggj starvsfólk

Ílegusavnið hevur sett tvey starvsfólk afturat til FarGen-verkætlanina. Tað eru teir báðir Leivur N. Lydersen og Ólavur Mortensen, sum eru settir í starv at arbeiða við bioinformatiskum uppgávum.

Leivur N. Lydersen er útbúgvin sivilverkfrøðingur í biotøkni frá Aalborg Universiteti og hevur síðani í fjør heyst verið knýttur at FarGen-verkætlanini, har hann í høvuðsheitum hevur fingist við uppgávur innan KT og starvsstovuarbeiði. Leivur er settur í starv sum KT-fyrisitari, og fer hann umframt at fyrisita FarGen-telduskipanina m.a. at starvast við dátugoymslu og -greining, bioinformatikki og starvsstovuarbeiði.

Ólavur Mortensen (myndin) er útbúgvin sivilverkfrøðingur í støddfrøði frá Danmarks Tekniske Universitet. Ólavur fer m.a. at starvast við bioinformatikki, biohagfrøði og greining av sekventeringsdátum.