Bygnaður

FarGen er ein verkætlan hjá Ílegusavninum, sum er ein samskipandi eind innan føroyska heilsuverkið. Stjórin á Ílegusavninum, Guðrið Andorsdóttir, hevur ábyrgdina av verkætlanini og virkar sum verkætlanarstjórn saman við kliniska ábyrgdarhavaranum, Bjarna á Steig, yvirlækna, og vísindaliga leiðaranum, prof. Pál Weihe, yvirlækna.

Harumframt er ein stýrisbólkur settur at stýra og fylgja verkætlanini.

Tvey starvsfólk arbeiða í løtuni við verkætlanini: ein verkætlanarleiðari og ein kunningarsamskipari.