Stýrisbólkur

Ein stýrisbólkur stýrir og hevur eftirlit við FarGen-verkætlanini. Stýrisbólkurin skal tryggja, at virksemið hjá FarGen fylgir føroyskari lóggávu, at virksemið fer fram á høgum fakligum stigi, og at støða verður tikin til etiskar spurningar.

Stýrisbólkurin skal harumframt tryggja, at verkætlanin er rótfest í føroyska granskingarumhvørvinum, so Føroyar fáa mest møguligan ágóða úr verkætlanini.

Í stýrisbólkinum sita:

 

  • Turid Arge, forkvinna, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum

  • Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum

  • Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

  • Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum

  • Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum og í Sjúklingaráðnum

  • Marjus Dam, kommunulækni og serfrøðingur í fólkaheilsu