Fígging


FarGen hevur síðani 2011 havt eina játtan á føroysku fíggjarlógini. Umframt hetta hevur danska Fólkatingið latið 10 mió. kr til at lesa arvastreingirnar hjá fyrstu 1.500 føroyingunum. Peningurin er settur av yvir eitt tvey ára tíðarskeið fram til heystið 2017. 

Arbeitt verður við at fáa fígging til at framleiða eitt føroyskt tilvísingargenom. Í framtíðini verður virksemið hjá FarGen væntandi í høvuðsheitum fíggjað við peningi úr granskingargrunnum, frá vinnufyritøkum og øðrum íleggjarum. Ognarrætturin til dáturnar kann tó sambært Ílegulógini undir ongum umstøðum avhendast.