Undirstøðukervi í heilsuverkinum

FarGen er eitt undirstøðukervi ætlað gransking. Gransking er tó ikki eitt mál í sjálvum sær, men vitanin, sum granskingin fær til vega, kann brúkast í heilsuverkinum. Sambært Ílegulógini skulu úrslit frá gransking av føroyskum ílegum leggjast í Diagnosuskránna.

FarGen er sostatt eisini eitt heilsuundirstøðukervi við ílegudátum, sum kunnu nýtast sum amboð til sjúkuavgerð (diagnostisering) og sjúkuviðgerð, bæði viðvíkjandi dosering og áseting av heilivágsslagi (diagnostiskt ambulatorium).