Vísindaligar útgávur

Handrit við granskingarúrslitum, sum byggja á FarGen-dátur, skulu sendast Fólkaheilsustýrinum, áðrenn tey verða send til útgávu hjá vísindaligum tíðarriti. Fólkaheilsustýrið er ikki ein metingarmyndugleiki, men vil tryggja sær, at dáturnar eru brúktar í samsvari við sáttmálan og sambært lóg.

Handrit skulu sendast til fargen@fargen.fo.

Umrøða í útgávum

Allar útgávur, sum brúka FarGen-dátur, skulu hava umboðan frá Fólkaheilsustýrinum í høvundarøðini. Har umframt skulu hesar eindir verða umrøddar í sambandi við m.a. lýsing av dátugrundarlagi ella metodu, møguliga undir ’aknowledgements’:

  • Fólkaheilsustýrið/ Faroese Health Authority

  • FarGen-verkætlanin/ The FarGen Project


Ynskiligt er eisini, at FarGen verður brúkt sum leitorð (keyword).

Uppskot til tekst um FarGen

Føroyskt: FarGen er ein verkætlan hjá Fólkaheilsustýrinum, sum er stovnur undir Heilsumálaráðnum. Endamálið við FarGen-verkætlanini er at lesa genomið (arvastreingin) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Málið er at byggja ein dátugrunn til ílegugransking og við hesum at menna granskingarumhvørvið og førleikarnar at fyribyrgja og viðgera sjúku.

English: FarGen is a project managed by the Faroese Health Authority, which is an entity under the authority of the Faroese Ministry of Health. The aim of the FarGen project is to read the genome of all the Faroese people who want to participate. The purpose is to develop a platform for genetic research of the Faroese population and hereby enable improvements in the prevention and treatment of medical conditions.