Ágóðar og váðar

Við genomkanningum ber til at fáa ógvuliga grundleggjandi vitan um tín lívfrøðiliga arv. Við gransking í genominum (ílegunum) ber til at finna orsøkina til ávísar arvaligar sjúkur, og í besta føri ber til at fyribyrgja ella viðgera sjúkuna. Úrslitini frá genomkanningum kunnu tó vera ógreið og vitanin um ílegurnar avmarkað, og tí ber ikki altíð til at staðfesta ílegubrek, sum elva til sjúku.

Genomkanningar kunnu eisini hava við sær ivamál og geva tær vitan, sum er trupul at handfara. Neyðugt er at vera varug/ur við bæði møguligar ágóðar og váðar við genomkanningum. Gev gætur, at ágóðar og váðar, sum verða nevndir niðanfyri eru galdandi fyri genomkanningar sum heild.

Ágóðar

  • Økt vitan

  • Betri gransking

  • Betri viðgerð/heilsuverk

  • Betri fólkaheilsa

  • Fíggjarligir fyrimunir fyri samfelagið (heilsuverkið)

  • Diagnosa kann setast fyrr

  • Fyribyrging fram um viðgerð

  • Persónlagað medisin

Váðar

  • Ávirkan á privatlívið

  • Misnýtsla av upplýsingum

  • Samtykki – vantandi ella misskilt kunning

  • Vísindaligar óvissur – falskar vónir ella stúranir

  • Hjáfinningar