Granskingarverkætlanir

FarGen byggir upp ein dátugrunn, sum er ætlaður gransking. Dáturnar í dátugrunninum eru eitt tilfeingi, sum skal fremja møguleikarnar fyri fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.

Granskingarverkætlanir kunnu søkja um atgongd til dátur úr FarGen-dátugrunninum. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir, sum kanna ávísa sjúkuílegu, kanna títtleika av berarum av ávísari sjúku í Føroyum, ella kanna hvussu væl heilivágur virkar. Málið kann eisini vera at menna nýggjar viðgerðarhættir.

Góðkenningar
Fyri at ein granskingarverkætlan skal fáa atgongd til tínar dátur í FarGen-dátugrunninum, skal verkætlanin vera góðkend hjá Vísindasiðsemisnevndini og fylgja ásetingunum hjá Dátueftirlitinum. Harumframt skalt tú sum luttakari geva Fólkaheilsustýrinum loyvi at útflýggja tínar (navnloyndu) dátur í hvørjum einstøkum føri. Tað merkir, at eingin fær atgongd til tínar dátur uttan títt samtykki. Fólkaheilsustýrið umsitur samtykkisváttanir til granskingarverkætlanir.

Les um tær verkætlanirnar, sum brúka FarGen-dátur her.

FarGen 2      
Í FarGen 2 eru nakrar innbygdar granskingarverkætlanir, sum kanna fýra ymsar sjúkur í Føroyum, so um tú ert partur av FarGen 2, luttekur tú í hesum kanningunum. Tær fýra sjúkurnar, sum eisini hava lutfalsliga høgan títtleika í Føroyum, eru: Diabetes 2, høgt blóðtrýst, tarmsjúka (colitis ulcerosa og Morbus Crohn) og Spondylartropati (ávísar giktarsjúkur). Málið við kanningunum er at eyðmerkja ílegur og onnur lívfrøðilig mát (t.d. blóðtrýst, kolesterol og blóðsukur), sum kunnu vera orsøkin til hesar sjúkurnar.