Tvíburaskráin

Fólkaheilsustýrið umsitur eina tvíburskrá, sum er ein dátugrunnur við øllum tvíburum, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700. Í nýggju skránni er upplýsingar um 1546 tvíburapør, og skráin er serliga ætlað heilsugransking. Tvíburagransking verður serliga brúkt samanberandi til at meta um ávirkanina frá umhvørvi og ílegufrøði (genetikki).

Innihald í skránni
Tvíburaskráin er partur av Ættarbandsskránni hjá Fólkaheilsustýrinum, og upplýsingarnar koma úr kirkjubókum og ættartalvum. Skráin inniheldur upplýsingar um føðidag, møguligan deyðsdag og um kyn hjá tvíburunum.

Í dag eru um 900 tvíburapør á lívi í Føroyum.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tvíburar, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700. Gev gætur, at ymsu tíðarskeiðini í yvirlitinum ikki eru eins long.

Tíðarskeið

Tvíburar     sama kyn

Tvíburar     ymisk kyn

Tilsamans

1700-1869

158

84

242

1870-1930

310

145

455

1931-1952

128

70

198

1953-1982

222

109

331

1983-2000

149

55

204

2001-2009

77

39

116

2010-2022

?

?

105

Atgongd til tvíburaskránna
Tvíburaskráin er ætlað heilsugransking, og fyri at fáa atgongd til dátur úr skránni, krevst sáttmáli við Fólkaheilsustýrið um ítøkiliga granskingarverkætlan. Eisini krevst, at ein kliniskur ábyrgdarhavi verður knýttur at verkætlanini umframt neyðugar góðkenningar frá avvarðandi myndugleikum.

Set teg í samband við Fólkaheilsustýrið, um tú vilt vita meira.