Nøring

Tað er ofta ein stór avgerð, at fáa sær børn, men avgerðin kann verða trupul, um foreldrini vita ella hava illgruna um, at annað teirra ella bæði hava ílegubrek, sum kann elva til sjúku hjá barninum. Valið at fáa eitt barn kann hava við sær, at neyðugt er at taka enn fleiri avgerðir viðvíkjandi møguligum ílegukanningum av fostrinum í viðgongutíðini.

Ávísar avmarkingar eru við slíkum kanningum, og hóast ílegubrek verður staðfest hjá fostrinum, ber ikki altíð til at siga við fullari vissu, hvørji sannlíkindini eru fyri sjúku, ella hvussu lívsgóðskan hjá barninum verður.