Luttakarar í FarGen

Luttekur tú í FarGen-verkætlanini, kanst tú vænta at verða spurd/-ur, um tínar upplýsingar kunnu verða brúktar í granskingarverkætlanum innan heilsuøkið. Samtykki krevst til hvørja einstaka granskingarverkætlan, og tí fær eingin atgongd til tínar dátur uttan eina váttan frá tær.

Útgangsstøðið er, at tú sum luttakari ikki sjálv/-ur fært beinleiðis ágóða av at luttaka í eini granskingarverkætlan. Tú gert tó títt til, at funnið verður fram til nýggja vitan, ið, sum frálíður, eitt nú kann fyribyrgja sjúku og gagna sjúkum fólki.

Tørv á sjálvbodnum luttakarum
Í granskingarverkætlanum innan heilsuvísindi er tørvur á sjálvbodnum luttakarum fyri at finna fram til nýggja og virðismikla vitan, sum ikki fæst á annan hátt. Verður granskað í ávísari sjúku, er tørvur á luttakarum, sum hava ávísu sjúkuna, men vanliga verða frískir persónar eisini tiknir við í granskingina sum samanberingargrundarlag.

Rættindi og trygd viga mest
Tað hevur alstóran týdning at finna fram til nýggja vitan á heilsuøkinum, men atlitið til heilsu, rættindi og trygd hjá luttakarunum í eini granskingarverkætlan verður raðfest hægri enn vísindaligu og samfelagsligu áhugamálini. Vísindasiðsemisnevndin varðar av áhugamálunum hjá luttakarunum, og allar granskingarverkætlanir innan heilsuøkið skulu hava góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini.

Nøktandi kunning er eitt krav
Vísindasiðsemisnevndin leggur stóran dent á, at luttakarar fáa nøktandi kunning um verkætlanina, áðrenn teir taka støðu til sína luttøku í verkætlanini.

Umhugsar tú at luttaka í eini granskingarverkætlan innan heilsuøkið, eigur tú at seta teg væl inn í, hvat verkætlanin snýr seg um. Sum luttakari hevur tú rætt til nágreiniliga kunning um tíni rættindi og um ta verkætlanina, tú luttekur í.

Les um kunnað samtykki.