Blóðroyndir verða tiknar kring landið við jøvnum millumbilum, og tú kanst bóka tíð frammanundan á www.kanning.fargen.fo ella møta, tá FarGen-støkk-inn er í tínum øki.
Tá tú møtir til blóðtøku tryggja vit okkum, at tú hevur latið okkum neyðugu skjølini, tvs. undirskrivaða samtykkisváttan og eitt útfylt spurnablað. Mannagongdin er síðani henda:
Blóðtrýst og pulsur verða mátað.
Hædd, mjadna- og miðjumát verða tikin
Á eini in-body vekt verða m.a. hesi mát tikin: vekt, feittprosent og vøddamassi. Tú fært úrslitini frá hesi kanningini við tær á einum skjali.
Lungna- og eygnavirkni verða mátað.
Blóðroynd verður tikin av tær.
Tú kanst lata okkum eina landroynd, áðrenn tú fert avstað.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login