Kanningarstøð

Fyri at luttaka í FarGen krevst, at tú letur eina blóðroynd, og at nøkur kropslig mát verða tikin av tær. Hetta verður gjørt kring landið, so tær nýtist ikki at ferðast langan veg. Tú bíleggur tær tíð til blóðtøku og kanningar her. Kanningarstøð eru ymsa staðni kring landið, men vit eru bert í einum øki í senn, so fylg við, nær vit eru í tínum øki. Liggur betur fyri at møta aðrastaðni, er møguleiki sjálvsagt fyri tí.

Heimavitjan
Eldri luttakarar og onnur, sum ikki eru so flytfør (mobil), kunnu fáa heimavitjan. Boða okkum frá, um tú ynskir heimavitjan. Fólk á útoyggj kunnu eisini fáa heimavitjan.

Fráboðanir kunnu sendast til: fargen@fargen.fo ella á tlf. 23 30 51. 

Kanningarstøð:

  1. Klaksvík

  2. Runavík

  3. Oyrarbakki

  4. Vestmanna

  5. Tórshavn

  6. Miðvágur

  7. Sandur

  8. Tvøroyri