Tíni rættindi

Umhugsar tú at luttaka í FarGen, eigur tú at seta teg væl inn í, hvat verkætlanin snýr seg um. Sum luttakari í eini granskingarverkætlan innan heilsuøkið hevur tú ávís rættindi, m.a.:

• Tá tú letur vevnað (her blóðroynd og landroynd) til Ílegusavnið, ert tú at rokna sum ein sjúklingur í viðgerð sambært lóg um sjúklingarættindi.

• Tín luttøka er sjálvboðin, og áðrenn tú letur títt samtykki, eigur tú at fáa nøktandi kunning um verkætlanina.

• Tú kanst altíð, og uttan grundgeving, taka títt samtykki aftur. Hetta ávirkar ikki tíni rættindi til viðgerð í heilsuverkinum.

• Upplýsingar um tíni heilsuviðurskifti, sum tú letur og sum koma fram í sambandi við verkætlanina, eru fevndar av tagnarskyldu. Tað sama er galdandi fyri onnur persónlig viðurskifti og upplýsingar um teg.

• Tínar dátur eru fevndar av rættindunum hjá luttakarum/skrásettum sambært Dátuverndarlógini kap. 4, og tú hevur rætt at kæra til Dátueftirlitið, um tú metir, at tínar dátur ikki verða viðgjørdar sambært tínum samtykki og galdandi lóg.

Les meira um lógargrundarlagið hjá FarGen her.