Tín trygd

Sjálvur aðaltátturin í FarGen-verkætlanini er trygdin, og atlit til privatlívið hjá luttakarunum og álit millum partarnar eru altavgerandi.

Luttøka vard við navnloynd
Tínar heilsu- og íleguupplýsingar eru viðkvæmar upplýsingar, og tí verða tínar dátur bronglaðar (krypteraðar) og tryggjaðar við navnloynd. Tínar upplýsingar eru einans tøkar til gransking undir einum nummari, sum ikki avdúkar, hvør tú ert.

Tann einasti, sum hevur lykilin til navnloyndina, tvs. atgongd til bæði navn og nummar, er kliniski ábyrgdarhavin av FarGen. Harumframt hava nøkur starvsfólk í Heilsustýrinum og ein KT-ráðgevi umsitingarliga atgongd. Navnloyndin kann verða brotin undir meira og minni sannlíkum hendingum, t.d. um onkur brýtur tagnarskylduna ella teldusníkar og tjóvar bróta navnloyndina.

Tínar dátur, títt samtykki
Fer ein nýggj granskingarverkætlan í gongd, sum hevur tørv á tínum dátum, krevst títt samtykki, fyri at verkætlanin kann fáa atgongd til tínar dátur. Ein slík granskingarverkætlan skal altíð vera góðkend hjá Vísindasiðsemisnevndini og Fólkaheilsustýrinum, umframt at hon skal fylgja ásetingunum hjá Dátueftirlitinum, áðrenn hon kann fara í gongd. Her er eisini galdandi, at atgongd bert verður latin til navnaloyndar dátur.

Les meira um granskingarverkætlanir.

Trygdarkrøv

Virksemið hjá Heilsustýrinum (Ílegusavninum) er lógarheimilað í Løgtingslóg nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum. Sum almennur stovnur er Heilsustýrið fevnt av rundskrivinum um KT-trygd hjá Fíggjarmálaráðnum, galdandi frá 1. mai 2019. Trygdarpolitikkurin hjá Heilsustýrinum byggir á ISO/IEC 27001 og 27002.

Nógvar av upplýsingunum, sum FarGen-verkætlanin savnar, eru flokkaðar sum serliga viðkvæmar persónsupplýsingar, og FarGen fylgir treytunum í Dátuverndarlógini og dátutrygd fyri innsavnan av vevnaði og dátum til Ílegusavnið.

Í sambandi við flutning av vevnaði (til genomlesing) og persónsupplýsingum (cloud-skipanin) til útlond fylgir FarGen 2-verkætlanin ásetingunum í  kap. 6 í Dátuverndarlógini um flutning av persónupplýsingum til útlond.