FarGen-dátur í cloud-skipan

Tíðindi


21.12.2021

FarGen-dátur í cloud-skipan

Komandi ár tekur Ílegusavnið í nýtslu nýggja AWS-skipan, sum er ein goymsluskipan í cloud. Tað merkir, at FarGen-dátur lutvíst verða fluttar yvir á hesa skipanina. Vit senda fráboðan um nýggju skipanina til allar okkara luttakarar, tí vit sambært Dátuverndarlógini eiga at kunna um, hvar og hvussu dátur verða goymdar. 

Vit velja nýggju skipanina fyri at framtíðartryggja okkum við eini loysn, sum lýkur øll neyðug trygdarkrøv, samstundis sum hon er smidligari at arbeiða við hjá møguligum altjóða samstarvspørtum. Við hesum fylgja vit gongdini á økinum, sum er at nýta cloud-loysnir. Ílegusavnið er ein lítil stovnur, og henda skipanin ger, at vit kunnu brúka orku til at arbeiða við dátunum heldur enn at menna KT-loysnir.

AWS-skipanin, sum vit fara at nýta, er staðsett í Írlandi, og er sostatt fevnd av ES-trygdarkrøvum og GDPR-ásetingum. Øll gransking, sum Ílegusavnið er partur av, er eisini fevnd av Dátuverndarlógini við eitt nú ásetingum um vernd av persónupplýsingum. Fyri at granskarar skulu fáa atgongd til dátur í skipanini, krevst framvegis samtykki frá hvørjum einstøkum luttakara til hvørja verkætlan sær. Bert navnloyndar dátur verða tøkar í AWS-skipanini, og ongar dátur verða goymdar har, sum kunnu avdúka samleikan hjá einstaka luttakaranum.

14.03.2022Bioanalytikari til FarGen 22.02.2022Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini 10.02.2022Vit eru flutt 06.01.202213 minuttir um bróstkrabba í Føroyum 21.12.2021FarGen-dátur í cloud-skipan 29.11.2021FarGen-verkætlanir á Vanganum 26.10.2021FarGen í vísindaligum útgávum 13.07.2021Herborg liðug í starvsvenjing 12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen