FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri

Tíðindi


20.09.2017

FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri

Tíðindaskriv:

FarGen-verkætlanin hevur á móttøku í dag fingið gávukekk áljóðandi 1,5 mió. kr frá Betri Stuðli, sum er stuðulsgrunnur hjá Betri samtakinum. Peningurin er oyramerktur til eitt tól, sum ger, at til ber at framleiða eitt føroyskt tilvísingargenom. Eitt føroyskt tilvísingargenom vísir, hvussu miðal ílegusamansetingin hjá føroyingum er.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari hjá FarGen, fegnast um stórfingnu gávuna: ”Vit høvdu næstan uppgivið at byggja upp føroyska tilvísingargenomið júst nú, tí kostnaðurin var so høgur. So kom nýggj tøkni á marknaðin, og tá Betri Stuðul játtaði okkum pening at útvega okkum eitt nýtt tól, sá alt nógv ljósari út. Nýggja tólið ger, at vit nú kunnu framleiða føroyska tilvísingargenomið bæði skjótari og bíligari enn áður”.

Eitt føroyskt tilvísingargenom er eitt hent amboð bæði hjá læknum og granskarum til heilsufremjandi endamál. Tilvísingargenomið kann m.a. verða brúkt til at finna fram til sjúkuelvandi ílegur. Av tí at Føroyar verða roknaðar sum eitt arvafrøðiliga avmarkað fólk, kann vera lættari at finna sjúkuílegur her enn í meira samansettum samfeløgum. Úrslitini frá gransking í føroyskum genomum kunnu tó eisini brúkast breitt og hava ávirkan uttanlands.    

“Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkum øllum til góðar og ger okkara lív betri í Føroyum” sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri Stuðli. “Virksemið hjá FarGen fevnir um flestu kjarnuendamálini hjá stuðulsgrunninum, sum eru m.a. sjúkufyribyrging, gransking og at skapa tryggleika. Tí hava vit valt at stuðla FarGen-verkætlanini við at lata pening til nýtt tól, sum í síðsta enda fer at hjálpa bæði granskarum og læknum í teirra arbeiði at betra um heilsuna hjá øllum føroyingum.”

Málið er at lesa arvastreingin (genomið) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tað verður gjørt út frá eini blóðroynd. FarGen-verkætlanin hevur verið í gongd í eitt ár, og higartil eru umleið 1150 blóðroyndir tiknar.

25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen