FarGen í Nature-tíðarriti

Tíðindi


25.02.2019

FarGen í Nature-tíðarriti

FarGen hevur júst fingið eina grein gjøgnum nálareygað hjá European Journal of Human Genetics, sum er eitt Nature partner tíðarrit. Tað er greinin Using dried blood spot samples from a trio for linked-read whole-exome sequencing, sum nú kann lesast í viðurkenda tíðarritinum.

Greinin snýr seg í stuttum um, at starvsfólk hjá FarGen hava roynt ein kanningarhátt í starvsstovu, sum fyri fyrstu ferð vísir, at ávís tøkni (linked-read-sequencing) kann brúkast til DNA uppreinsað frá turrblóði (PKU-kortum).

Bakgrund
Sekventering (at lesa arvastrongin) hjá fólki verður meira og meira nýtt í sjúkrahúsverkinum til at taka sjúkuavgerð og ávísa sjúkuvariantar, serliga fyri genetiskt heterogenar sjúkur. Sekventering er eitt tøkniligt frambrot, men ein vansi við hesum kanningarhátti er, at einans smá petti av arvastronginum verða lisin í senn. Tí kann vera torført at seta ávís øki av arvastronginum saman aftur til heilar streingir.

Starvsfólk hjá FarGen hava nú roynt eina tøkni, sum setur eitt spjaldur á arvastrongin, aðrenn hann verður lisin (linked-read-sekventering), sum síðani hjálpir til at seta smáu pettini av arvastreinginum saman aftur til heilar streingir. Nýútgivna vísindaliga greinin umrøður møguleikarnar fyri at nýta DNA uppreinsað frá turrblóði (PKU kortum) til linked-read-sekventering. Avbjóðingin í hesum kann vera, at DNA frá turrblóði kann vera ov nógv niðurbrotið til hesa tøkni.

Sum nevnt vísa vit tó nú, at linked-read-sekventering kann gerast við DNA frá turrblóði. Hetta kann fáa stóran týdning fyri nýtslu av gomlum turrblóðsroyndum, serliga tá ið heilblóðsroyndir (vanligar blóðroyndir) ikki eru tøkar, eitt nú hjá deyðum persónum. 

Føroyskir høvundar
Nature Research fevnir um nógv ymisk vísindaøki, og vísindaligu tíðarritini, sum eru knýtt at teimum, eru viðurkend fyri høgan granskingarstandard. Gáttin fyri at fáa greinar við í hesi tíðarrit er tí vanliga høg.

Hetta er fyrsta vísindaliga greinin, sum brúkar FarGen-dátur, og høvundarnir eru allir føroyingar og knýttir beinleiðis at FarGen-verkætlanini. Betri Stuðul hevur latið fígging til tólið, sum ger linked-read-lesingina møguliga, og Granskingarráðið hevur stuðlað vísindaligu útgávuni.

 

Greinin kann lesast her: https://www.nature.com/articles/s41431-019-0343-3

28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen