FarGen í vísindaligum útgávum

Tíðindi


26.10.2021

FarGen í vísindaligum útgávum

Greinin ”FarGen – Participants in the Genetic Research Infrastructure of the Faroe Islands” er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Greinin snýr seg um, í hvønn mun luttakararnir í FarGen 1 kunnu sigast at umboða føroyska fólkið út frá m.a. sosiodemografiskum variablum. Úrslitini vísa, at FarGen-luttakarar sum heild umboða føroyska fólkið væl. Kvinnur eru tó munandi betur umboðaðar, lutfalsliga nógvir luttakarar búgva í miðstaðarøkinum, eins og ein yvirvág sæst av fólki millum 45 og 64 ár.  Útbúgvingarstigið hjá fólki tykist somuleiðis hava týdning fyri áhugan at luttaka. Greinin viðger eisini motivatiónina hjá fólki fyri at luttaka í FarGen-verkætlanini, og úrslitini vísa, at luttakararnir fremst av øllum luttaka fyri at menna granskingarførleikarnar í Føroyum og fyri at hjálpa øðrum.

Høvundar til greinina eru: Katrin D. Apol, Leivur N. Lydersen, Ólavur Mortensen, Pál Weihe, Bjarni á Steig,Guðrið Andorsdóttir, og Noomi O. Gregersen.

Les greinina her.

Í summar kom greinin: “FarGen: Bioresource from the Faroe Genome Project” út í tíðarritinum Open Journal of Bioresources. Hetta tíðarritið gevur út greinar um lívfrøðiligt tilfeingi, í hesum føri FarGen-dátur, sum eru ætlaðar gransking. Endamálið er at gera granskarar varugar við tilfeingið og møguleikarnar at brúka tað til vísindalig endamál. Í greinini verður FarGen-dátugrunnurin lýstur, tvs. eitt nú slag av dátum, goymsla, mannagongdir og atgongd til dátur. Greinahøvundar eru Noomi O. Gregersen, Katrin D. Apol, Pál Weihe, Bjarni á Steig og Guðrið Andorsdóttir.

Les greinina her.

29.11.2021FarGen-verkætlanir á Vanganum 26.10.2021FarGen í vísindaligum útgávum 13.07.2021Herborg liðug í starvsvenjing 12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen