FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd

Tíðindi


12.05.2021

FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd

Í síðstu viku fingu luttakarar í FarGen-verkætlanini ein teldupost við innbjóðing til at luttaka í FarGen-PGx-verkætlanini. Í PGx-verkætlanini fara vit at kanna samanrenningina millum ílegur og heilivág, rópt pharmacogenomics. Hetta er ein liður í at menna persónlagað medisin í Føroyum, har vitan um ílegurnar hjá tí einstaka letur upp fyri at málrætta viðgerðina í størri mun, so heilivágurin virkar á besta hátt. 

Heilivágur kann virka ymiskt. Summi fáa tað betri av einum ávísum heilivági, onnur hava als einki gagn av heilivágnum, meðan onnur fáa hjáárin av sama heilivági. Í ávísum førum ber til at meta um virknaðin av einum heilivági frammanundan við at kanna ílegurnar. Við at kanna samanrenningina millum ílegur og heilivág ber í ávísum førum til at greina, hvussu ílegurnar hjá tí einstaka ávirka virknaðin av heilivágnum. Finst ein samanrenning millum eina ílegu og ein heilivág, kunnu tilmæli gerast um, hvussu heilivágurin kann verða givin treytað av íleguvariantinum hjá einstaka persóninum.

Í hesi kanning verður hugt at ílegu-heilivágssamanrenningum, har tilmæli longu eru gjørd uttanlands um, hvussu heilivágurin kann gevast treytað av íleguvariantum hjá tí einstaka. Kannað verður, um slík heilivágssløg verða givin í Føroyum, og um íleguvariantar, ið kunnu leiðbeina um, hvussu heilivágur skal gevast, eru millum føroyingar. Úrslitini skulu skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini í Føroyum, og málið er at menna mannagongdir fyri, hvussu úrslitini kunnu brúkast í føroyska heilsuverkinum.

Tað eru Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum samstarva um hesa verkætlanina.

Hevur tú onga innbjóðing fingið, hóast tú ert partur av FarGen, er hugsandi, at vit ikki hava tín dagførda teldupost. Vinaliga boða okkum frá, um so er.

Hevur tú ongan teldupost, senda vit tær eitt bræv.

Les kunningartilfarið um verkætlanina her.

12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen