Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini

Tíðindi


22.02.2022

Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini

Í Føroyum er títtleikin av tarmbrunasjúkum (IBD) lutfalsliga høgur. Orsøkin til høga títtleikan er ókend, men greitt er, at talan er um eitt samspæl millum eitt nú arv, immunverju, tarmbakteriur og umhvørvi. Í 2019 fór ein granskingarverkætlan í gongd, sum skuldi kanna hetta samspælið og greina, hví so nógv fólk í Føroyum fáa tarmbrunasjúkur. Verkætlanin er skipað soleiðis, at kanningarúrslit hjá einum sjúkubólki vórðu samanborin við kanningarúrslit hjá einum samanberingarbólki. 54 IBD-sjúklingar eru við í sjúkubólkinum, og um 160 FarGen-luttakarar játtaðu at vera við í hesum samanberingarbólkinum.
Ein partur av verkætlanini snýr seg um at samanbera lutfallið av tarmbakteriubólkum, eisini rópt mikrobiomið, hjá hesum báðum bólkunum fyri at vita, um henda vitan m.a. kann avdúka, um hesi viðurskifti hava ávirkan á høga sjúkutíttleikan í Føroyum. Niðanfyri verður greitt frá gongdini í hesum partinum.
Gransking hevur seinastu árini staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum er samansett.

Góð og væleydnað luttøka
Fyrsti liður í fyrireikingunum var at fáa luttakarar at geva sítt íkast til granskingina. Vit settu okkum fyri at fáa tríggjar frískar luttakarar fyri hvønn luttakara við IBD. Vit gleðast um, at hetta málið varð rokkið, soleiðis at vit kundu framleiða tilfar, ið gevur góð og álítandi úrslit.

Yvirskipað frágreiðing um arbeiðið
Úr innkomnu skarnroyndunum hava vit útvegað DNA. Úr DNA-royndunum fingu vit fleirfaldað mongdina av serstøkum bakteriellum ílegum, samstundis sum alt menniskja-DNA varð burturbeint. Vit hava síðani sett egið DNA-fingramerki á hvørja einstaka skarnroynd, sum er týtt við einum hátøkniligum sekvenseringstóli.
DNA-sekvensirnir vórðu greinaðir soleiðis, at vit kundu eyðmerkja, júst hvørjir bakteriubólkar vóru í einstøku skarnroyndunum, samstundis sum vit eisini fingu innlit í lutfallið millum hesar bólkar. Støddfrøðiligu greiningarnar eru gjørdar í samstarvi við Statens Serum Institut fyri at tryggja, at úrslitini eru á so høgum støði, sum til ber.

Goymsla
Allar innkomnar skarnroyndir eru goymdar og skrásettar í tryggu goymsluni hjá Ílegusavninum saman við útvegaðu DNA-royndunum. Dáturnar frá DNA-sekvensunum eru goymdar í tryggari “super-teldu” hjá Ílegusavninum, sum Elektron umsitur. Eingin óviðkomandi hevur  atgongd til hesa telduna. Um nýggj verkætlan verður sett í verk, har hesar skarnroyndir hava áhuga, skal hvør einstakur luttakari geva skrivliga váttan til hetta.

Úrslit
Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er tann fyrsta, ið lýsir mikrobiomini í tarmunum hjá føroyingum. Granskingin varð løgd til rættis soleiðis, at vit fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum. Luttakararnir umboðaðu øll øki í landinum, eitt breitt aldursbýti, javnt kynsbýti, javnt býti av nýggjum og gomlum IBD-sjúklingum osfr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum. Samstørv ímillum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytni í mikrobiominum sammet við frísk. Tískil var hetta eisini tann niðurstøðan, ið vit væntaðu okkum. Men nú er greitt, at úrslitið, sum fyriliggur, bleiv øðrvísi. Úrslitið er sera forvitnisligt og stimbrar sjálvsagt áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum, so ymsar hypotesur kunnu verða nágreinaðar.

Vit hava staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við Ulcerative Colitis (UC), - hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men hyggja vit nágreiniliga eftir flokkingareindunum, finna vit møguligar indikator-smáverur, ið eru hækkandi ella lækkandi hjá UC-sjúklingum sammett við frísk. Ein møgulig indikator-smávera er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia, sum eitur Akkarmansia. Hon er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá lutfalsliga stórum parti av luttakarunum er Akkarmansia ikki at finna. Hetta sæst hjá 42% av UC-sjúklingum og 23% av frísku luttakarunum.

Tað er umráðandi at hava í huga, at úrslitið eru ein tvørskurður. Nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð til sjúkugreining ella persónliga sjúkuviðgerð í framtíðini. Um fígging fæst til vega, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har vit hyggja at mikrobiominum hjá føroyingum við IBD, áðrenn tey byrja uppá heilivágsviðgerð sammett við tríggjar og seks mánaðir eftir, at viðgerðin er byrjað.

Vísindalig grein um kanningarúrslitini er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohn’s and Colitis foundation, og kann lesast her 

Arbeiðið varð fíggjað av Granskingarráðnum, Sjúkrakassagrunninum og Novo Nordisk Fonden. Á myndini er partur av granskingarbólkinum:

Johan Burisch, MD, PhD, verkætlanarábyrgdari
Amanda Vang PhD, verkætlanarábyrgdari
Marjun á Fríðirksmørk Berbisá, Cand.Scient
Kári Rubek Nielsen MD
Jóngerð Midjord, MSc
Noomi Gregersen PhD
Turið Hammer, PhD

21.02.2024FarGen miðvísari 08.01.2024Afturboðan um biokemisk úrslit 15.12.2023Steðgur til eftir nýggjár 14.11.2023Hevur tú diabetes? 03.11.2023Fyrilestur á giktaráðstevnu 4. nov. 26.10.2023FarGen á ferð: 104 vágafólk 19.10.2023Okkum tørvar menn 27.09.2023FarGen á ferð: Vestmanna 15.09.2023FarGen á Breddanum 31.08.2023Tørv á fleiri sjúkum 15.08.2023FarGen á ferð: Tvøroyri 30.06.2023Afturboðan um biokemisk kanningarúrslit 23.06.2023Høvuðsrøðari á ráðstevna um smittusjúkur 14.04.2023FarGen á ferð: Runavík 30.03.2023Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin 03.03.2023Morgunsendingin á vitjan 03.03.2023FarGen á Suðuroyar sjúkrahúsi 6.-8. mars 28.02.2023Tíðindaskriv: Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár 22.02.2023Sera góð undirtøka í Vágum 16.02.20231000 takk 02.02.2023FarGen við Norðskála 7.-8. febr. 19.01.2023FarGen til Sands 12.01.2023Fólkaheilsustýrið farið at virka 27.12.2022Kanningarúrslit 29.11.2022Tíðindaskriv: FarGen við nýggjari skrá við føroyskum íleguvariantum 08.11.2022Afturboðan um kanningarúrslit 21.10.2022FarGen er í gongd aftur 19.09.2022FarGen 6 ár 15.09.2022Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? 14.09.2022Ílegur hava týdning! 18.07.2022Hevur ACE-virkni ávirkan á venjingarúrtøku? 19.06.2022100 tey fyrstu í FarGen 2 25.05.2022Granskingarstuðul til FarGen-PGx 14.03.2022Bioanalytikari til FarGen 22.02.2022Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini 10.02.2022Vit eru flutt 06.01.202213 minuttir um bróstkrabba í Føroyum 21.12.2021FarGen-dátur í cloud-skipan 29.11.2021FarGen-verkætlanir á Vanganum 26.10.2021FarGen í vísindaligum útgávum 13.07.2021Herborg liðug í starvsvenjing 12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen