Í dag varð kunngjørt, hvussu árligi stuðulin frá Granskingarráðnum verður býttur. Vit fegnast um, at vit á Ílegusavninum saman við Jónrit Halling á Fróðskaparsetrinum fingu stuðul til FarGen-PGx-verkætlanina. Henda verkætlanin kannar samanrenningina millum ílegur og nøkur ávís sløg av heilivági í føroysku búfjøldini. Um 1.000 av FarGen-luttakarunum hava játtað at vera við í FarGen-PGx.
Les meira um verkætlanirnar, sum fingu stuðul her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login